1 / 16

Stjórnarskipan sum fólkaræðisligt amboð

Stjórnarskipan sum fólkaræðisligt amboð. Hvat er ein stjórnarskipan/grundlóg?. Landsins hægsta lóg, har tey mest grundleggjandi viðurskiftini hjá politiska felagsskapinum eru grundfest

knoton
Télécharger la présentation

Stjórnarskipan sum fólkaræðisligt amboð

An Image/Link below is provided (as is) to download presentation Download Policy: Content on the Website is provided to you AS IS for your information and personal use and may not be sold / licensed / shared on other websites without getting consent from its author. Content is provided to you AS IS for your information and personal use only. Download presentation by click this link. While downloading, if for some reason you are not able to download a presentation, the publisher may have deleted the file from their server. During download, if you can't get a presentation, the file might be deleted by the publisher.

E N D

Presentation Transcript


  1. Stjórnarskipan sum fólkaræðisligt amboð

  2. Hvat er ein stjórnarskipan/grundlóg? • Landsins hægsta lóg, har tey mest grundleggjandi viðurskiftini hjá politiska felagsskapinum eru grundfest • Kann ikki kann broytast við vanligum meiriluta, men einans eftir serligari truplari mannagongd, og liggur tískil uttanfyri vanligu politisku skipanina.

  3. Tvísporað fólkaræði • At stjórnarskipanin liggur uttan fyri vanligu politisku skipanina merkir, at vit mugu skilja millum vanligt parlamentariskt fólkaræði og konstitutionelt fólkaræði. • Tvey spor: • 1. Fólkið talar á vanligum valum • 2. Fólkið niðurleggur meira grundleggjandi meginreglur við serlig høvi (konstitutionellar løtur; constitutional moments).

  4. Hægri lóg, hægri politikkur • At viðtaka ella broyta eina grundlóg/stjórnarskipan riggar vanliga bara, tá borgaranna áhugi fyri grundleggjandi prinsippum er vaktur, og møguligt er við størri eldhuga og nærlagni at kjakast og viðgera grundleggjandi spurningar. Ein konstitutionell løta má til. • Kreppa (ikki júst negativt fatað) er vanliga fortreytin fyri eini konstitutionellu løtuni. • Jon Elster (The forces and mechanism in the constitution making process,1995) vísir á neyva samanhangin millum nýggjar grundlógir og kreppur.

  5. Hvat skal ein grundlóg innihalda (umframt trupla broytingarreglu)? • Tað er eitt sindur ein spurningur um smak. Men stór undirtøka er fyri, at í minsta lagi trý element mugu vera við (Ruth Gavison, “What Belongs In a Constitution”, 2002). • Tað eru reglur um: • 1. Stýrisskipan • 2. Borgarans rættindi • 3. Ein lýsing av grundleggjandi virðum, ið fólkið tekur undir við

  6. Hava føroyingar nakra grundlóg– innihaldsligi parturin? • Hvussu við stýrisskipanarlógini? • Innihaldsliga er hon, sum navnið sigur, ein stýrisskipan – sum eisini er verri at broyta enn vanlig lóg – og lýkur tískil treyt 1. Men har eru ongi rættindi og onki um, hvat tjóðin stendur fyri. • Hvussu við ríkisgrundlógini? • Innihaldsliga er hon stýrisskipan, men bara fyri danska ríkið. Hon hevur onki um Føroyar. Hon lýkur sostatt treyt 1. um stýrisskipan, men er rættiliga óviðkomandi fyri okkum. Hon hevur eisini nøkur grundleggjandi rættindi, so treyt 2 er eisini lokin, men tey rættindini eru ikki so tíðarhóskandi longur og tóku ongantíð støði í serligum føroyskum viðurskiftum.

  7. Hava føroyingar nakra grundlóg–fólkaræðisligi parturin? Hvussu við stýrisskipanarlógini? Var talan um hækkaða fólkaræðisliga tilvitan um grundleggjandi prinsippir og eina intensa deliberatión? Á ongan hátt! Frávik frá tingskipanini fyri at fáa hana samtykta í skundi eftir valið á sumri 1994. Ongin fólkaatkvøða og lítil og ongin viðgerð. Einasta fingramerki frá politikararunum var at taka fólkaatkvøðuamboðið úr uppskotinum. Hvussu við ríkisgrundlógini? Mettu føroyingar í 1953 nýggju grundlógina átroðkandi mál, sum teir intenst kjakaðust um, áðrenn teir møttu upp og samtyktu uppskotið. Kunnu 7.6 % uppmøting frá føroyska veljaranum fatast so? Ríkisgrundlógin er fyri føroyingar eitt symbol uppá ríkisfelagsskapin meira enn ein grundlóg.

  8. Føroyingar hava bara í lítlan mun eina grundlóg Innihaldsliga hava vit á leið tey rættindi, sum modernaði samfeløg vanliga játta sínum borgarum, eins og vit hava stýrisskipanarligar reglur. Men vit hava onki skjal, har vit lýsa fyri okkum sjálvum og øðrum, hvør vit eru, og vit hava ongantíð á nevnivert fólkaræðisligan hátt kjakast (delibererað) og síðan samtykt eina grundlóg, sum í innihaldi er tillagað føroyskum viðurskiftum. Niðurstøða: Føroyingar hava bara í lítlan mun eina grundlóg

  9. Er í heila tikið neyðugt við eini skrivaðari (føroyskari) grundlóg? • Tað er ikki vist. Tað ber saktans til at grundgeva fyri, at tað ikki er neyðugt. T.d. sum ensk traditionalisma (burkianisma): • Hvør vit eru, og hvørji okkara mest grundleggjandi virði eru, er ikki nakað sum er statiskt ella kann fangast eina ávísa løtu í tíðini, men broytist kontinuerligt og eigur ikki at pressast inn í eina kollektiva, skrivaða spennitroyggju. Ein umfatandi niðurskriving vil leggja bond á eina nátúrliga menning.

  10. Demokratiskt amboð • Uttan mun til, hvat vit filosofiskt halda um tað neyðuga við skrivaðari grundlóg, so kann ein slík vera eitt hent demokratiskt amboð til at • Skapa eina meira prinsipielt grundaðan politikk. Sivilisera ella menta okkara demokratisku skipan og skipa kjak og mannagongdir í truplum málum. • Nøkur dømi:

  11. Sjálvsstýris- ella tjóðskaparligi spurningurin • Felags spælireglur og kjak fara ikki at avgera spurningin um loysing ctr samband. Slíkt avhongur av world-view og temperamenti meira enn rationellum argumentum. MEN • Felags spælireglur kunnu taka burtur ein part av ósemjuni. Vit kunnu vit jarða ta prosessuellu ósemjuna: “Fara vit eftir loysingini, so skal tað gerast so og so…” • Men kanska ikki bara prosessuel, men eitt vet av innihaldsligari semju kann fáast eisini. Ein ikki altíð so konstruktivur retorikkur koyrir ofta (serliga móti dønum), um føroyingar eru tjóð ella ei. Vit kunnu bara samtykkja tað og leggja tað aftur um okkum.

  12. Sokallaðu etisku spurningarnir • Hví skulu sokallaðu etisku málini viðgerast á Løgtingi? Eru hetta ikki meira prinsipiel mál, sum heldur skuldu farið til fólkið beinleiðis, so løgtingslimir fingu tíð til praktiskan politikk? • Í § 31 í seinasta uppskoti er ein mekanisma við borgarainitiativi til fólkaatkvøðu. Við tí kunna borgararnir flyta mál úr Tinginum og niður (ella upp) á meira grundleggjandi støði.

  13. Valskipanin Alt landið bleiv lagt saman í eitt valdømi seint í 2007 beint áðrenn val. Fólkaræðislig vandamál: At tað ikki kann útilokast, at uppskotsstillarin var motiveraður av egináhuga At tað stóra kjakið um valskipanina ikki kom áðrenn, men aftaná broytingina Loysn: At valskipanin lá uttanfyri vanligu politisku skipanina regulerað á hægri stigi og tí bara kundi broytast eftir mannagongdini fyri grundlógarbroyting. Harvið ein meira intensdeliberatión tvungin uppá skipanina og politikarar m.a. forðaðir í sjálvir at broyta spælireglurnar fyri egið afturval.

  14. Samsýning tingmanna Í nýggja uppskotinum § 34, stk. 2, skal serlig nevnd mæla til broytingar í lóg um samsýningar hjá tingfólki, og broytingar fáa ikki gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval Egináhugin hjá tingfólki verður skákaður, og veljarin sleppur ímillum fyrst

  15. Heimild at skapa paradigmuskift innan lóggávu • Í eldri stjórnarskipanaruppskoti stóð, at “dómstólarnar skulu ... rætta lógina og gera lóg á, har ongin lóg er.” • Kann tað koma innaftur? • Harvið heimild at gera upp við dysfunktionella lóggávuparadigmið, har løgtingið eftir danskari fyrimynd blint teppibumbar samfelagið við detailreglum. Ein lóggávutraditión, ið okkara samfelag (vit eru 1 til 105 danir) hoknar undir. • Heldur yvirskipaða og prinsippkenda lóggávu, har dómstólarnir kunnu fylla út, tá Tingið ikki hevur verið aktivt, ella tá reglurnar eru gamlar og ótíðarhóskandi, men Tingið ikki ger nakað við tað.

  16. Samanumtikið • Ein stjórnarskipan kann skapa ein meira skipaðan og prinsipielt grundaðan politikk • Eitt meira differentierað fólkaræði við fleiri streingjum at spæla uppá. • Men tað eru nógv ár síðan nú, at kreppan hæsaði av, sum birti okkara konstitutionellu løtu. Fáa vit enn føroyingin úr sofuni til intensa deliberatión um grundleggjandi prinsippir, ella er løtan farin fyri nú?

More Related