120 likes | 262 Vues
Legurnar 2009. Jesus segði: “Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt. 25.40. Endamálið við legunum Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.
E N D
Legurnar 2009 Jesus segði: “Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt. 25.40
Endamálið við legunum • Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. • Dentur verður eisini lagdur á at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, so sum • at vera ásettum reglum lýðin, • at fremja siðiliga atferð • at virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði. • Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman í einum tryggum umhvørvi við spæli og fjørbroyttum frítíðarítrivi.
Ymiskir tørvir áðrenn og undir legunum: • Salurin er málaður. • Partur av matarhøllini málað • Niðasta gongin í gamla byggningi málað. • Ábøtur gjørdar við svimjihylin. Hurðar eru skiftar og nýtt reinsiverk sett upp. • Árliga høvuðsreingeringin er liðug. • Ábøtur verða eisini gjørdar, meðan legurnar eru • Tørvur er á nógvum mati undir øllum legunum. • Alt hetta ymiska er neyðugt fyri at verkið kann halda fram. • Tí er brúk fyri øllum góðum kreftum.
Tørvur á starvsfólki til familjulegurnar Køkur og grovkøkur: 6 fólk + 1 í grovkøkin Uppvask: 3 fólk Matarhøll: 3-5 fólk Reingerð: 1 fólk Vaskirúm: 1 kvinna Viðlíkahald o.a.: 1 fólk Náttarvakt: 2 tilkomin fólk At hava børnini: 3-4 fólk at hava barnamøti, ítriv og spøl
Tørvur á starvsfólki til summarlegurnar Leiðarar: 20 leiðarar Hjálparleiðarar: 20 Hjálpar Køkur: 8 fólk Grovkøkur: 2 menn Uppvask: 5 fólk Matarhøll: 10-12 fólk Reingerð: 4 fólk Vaskirúm: 2 kvinna Viðlíkahald o.a.: 6-10 fólk (menn og kvinnur) Náttarvakt: 1-2 hjún og 2-3 tilkomin fólk Ítriv: 2 fólk Spælistova: 1 fólk Sjúkrarøkt: 1 sjúkrarøktarfrøðingur
Tekning av starvsfólki: Tekningarseðilin sendast til : Kirstin Samuelsen - Mirmansvegur 7 – FO-530 Fuglafjørður Eisini ber til at tekna seg á heimasíðuni hjá Zarepta – www.zarepta.fo Starvsfólk, ið eru 17 ár ella yngri, tekna seg hjá: Kirstin Samuelsen við at ringja á tlf. 284040 – frá 1. juni
Ein vanligur legudagur á summarlegunum: Kl. 07:30 Andakt, leiðarar og starvsfólk Kl. 08:00 Veking av leguluttakarum við sangi Kl. 08:20 Morgunfimleikur í túninum Kl. 08:25 Merkið í húnar hátt og ørindi úr tjóðsanginum verður sungið Kl. 08:30 Morgunmatur Kl. 09:00 Andakt á kamarinum Kl. 09:30 Rudding av kamarinum Kl. 10:00 Bíbliutími, dreingir Kl. 11:00 Bíbliutími, gentur Kl. 12:00 Døgurði Kl. 13:00 – 18 Fótbóltur, kano, bátar, ítriv, svimjing, kiosk o.a. Kl. 18:00 Nátturði Kl. 19:00 Kvøldseta, sangur, spurningar, spæl v.m. í salinum Kl. 20:00 Fríløta Kl. 21:00 Drekka Kl. 21:30 Søgan Kl. 22:45 Andakt á kamarinum Kl. 23:30 Friður.
Latið okkum standa saman um Zarepta, • og biðja fyri øllum tørvum á legunum: • At Harrin skal frelsa sálir • At Harrin skal draga bæði børn og vaksin nærri at Sær • At nóg mikið skal vera av starvsfólki ”Reis teg og far til Zarepta…”1. Kong 17.9
Legurnar 2009 Jesus segði: “Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt. 25.40